Fríggjadagin 9. apríl hevði Politistafelagið ársaðalfund, sum bleiv hildin á Broncks, ið er gamla politistøðin í Havn.
– Tað var sera hugnaligt og nostsalgist at verða aftur á gomlu politistøðini, skrivar felagið á Facebook.
Á aðalfundinum blivu tvey nýggj umboð vald í nevndina, og á nevndarfundinum skipaði nevndin seg soleiðis:
Formaður: Absalon Áargarð
Næstformaður: Dávur Magnussen
Skrivari: Eyðun Dalsgarð
Kassameistari: Niels Viggo Niclasen
Nevndarlimur: Jens Rói Sørensen
Eykalimir eru Jóhan Mikkjalsson og Magnus Debess Madsen (teir eru ikki á myndini).