– Tað eru ikki øll, sum taka venjingina líka gott til sín, hóast tey venja nógv, men Marnar sær út til at vera ein, ið hevur tað, sum skal til. Tað krevur nógv, men hann sær út til at hava tað, sigur Absalon Hansen, ið átti gamla metið á hálva maratonteininum, ið Marnar Djurhuus tók í Kjøpinhavn um vikuskiftið.
– Eg skrivaði saman við honum á Facebook kvøldið fyri renningina og ynskti honum góða eydnu, sigur Absalon, sum sjálvur var 28 ára gamal, tá hann niðri í Danmark setti sítt met í hálvum maraton tann 15. oktober í 1988, umframt at hann um sama mundið eisini setti fleiri onnur met – harav nøkur standa enn!
– Mær ger tað einki, um metini hjá mær verða tikin, tí ongantíð betri, enn at so er. Tað kann tykjast løgið at eiga met so leingi, men fyrr ella seinna mást tú rokna við, at tey verða tikin. Og tað skal ikki undra meg, um Marnar tekur okkurt aftrat, sigur Absalon Hansen, ið heldur tað vera rætt av Marnari at satsa upp á teir styttru langteinarnar og bíða við fulla maratonteininum.
– Tá tú skalt renna fult maraton, kann tað bara koma til góðar, at tú ert skjótur á teimum fyrstu 10 kilometrunum, so í mínum eygum er Marnar á rættari leið. Hann skal bara halda fram, sum hann ger tað nú, tí hann er í ungum árum og hevur tíðina fyri sær sum langteinarennari.
Enn eru tó fleiri eldri met eftir at taka hjá Marnari, tí Albert Marni Joensen eigur føroysku metini á 5, 10 og 15 kilometrum, sum hann setti í 1993 og 1994, og so eigur Absalon Hansen framvegis metini á 20 og 30 kilometrum, umframt á fulla maratonteininum – øll frá 1988.