Fyri aðru ferð varð Ársins Rósa handað í Klaksvík í gjárkvøldi. Tað var nevndin aftanfyri tiltakið Jólaskipið, sum síðsta ár gjørdi av, at víðka tiltakið við at lata einum borgara Ársins Rósu. Tankin við heiðurinum er at varpa ljós á tað góða, har borgarar í Klaksvíkar kommunu fáa høvi at heiðra onkran av teimum, sum altíð eru klár at rætta eina hjálpandi hond - oftast, uttan at vit onnur vita av teimum.
Hjarta á røttu stað
Tað var ein samd nevnd, sum í ár hevði valt at lata Absalon Matras av Norðoyri Ársins Rósu. Absalon hevur í mong ár staðið á odda fyri at savna inn klæðir o.a, sum síðani ferð sum fátækrahjálp til Rumenia. Niklas Heri Jákupsson, stigtakari dylur ikki yvir, at tey vóru óvanliga mong, sum høvdi skotið upp, at Ársins Rósa varð latin Absalon í ár. Men tað var nú ikki einasta orsøkin til, at valið fall á Absalon.
- Absalon hevur gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði í mong harrans ár nú uttan nakrantíð at gera nakað hóvasták burtur úr sær sjálvum. Hann samskipar ikki bara eitt heilt netverk av góðum kreftum, sum eisini eru við í hesum arbeiðinum. Hann átekur sær eisini persónliga at standa fyri innsavningini og koyra lastbilarnar til tey ymsu støðini í Rumenia fyri at tryggja sær, at hjálpin kemur til tey, sum hava mest brúk fyri henni, sigur Niklas Heri.
Hann leggur afturat, at tað, sum kanska er serliga tankavekjandi við arbeiðinum hjá Absalon, er tað er okkara yvirflóð, sum kemur teimum neyðstøddu til góðar. Tað sigur ikki so lítið um, hvussu ójavnt ofta er býtt her í heiminum, og um Absalon sum eitt menniskja við hjartanum á rætta stað ein ið ikki letur eyguni aftur men heldur við fullum huga sjálvur roynir at bøta um, har hann kann.
Staddur í Rumenia
Absalon var glaður og sera rørdur, tá borgarstjórin kunngjørdi, hvør skuldi hava Ársins Rósu í ár. Men hevði alt gingið, sum Absalon hevði ætlað, hevði hann als ikki verið til staðar til tiltakið á fótbóltsvøllinum í Klaksvík í gjárkvøldið.
- Tá avgerðin var fallin um, hvør skuldi hava Ársins Rósu, funnu vit út av, at Absalon var staddur í Rumenia og ikki ætlaði at koma heim á jólum. So vit vórðu noydd at spinna onkar søgu fyri at lokka hann heim, uttan at hann fekk illgruna. Tað bleiv eitt sindur fløkt, men tað eydnaðist so tíbetur, smílist Niklas Heri, sum annars var avbera væl nøgdur við alt tiltakið Jólaskipið í gjárkvøldi. Hetta er 15. árið tiltakið fer av bakkastokki, og lítil ivi er um, at tað bara blívir betri fyri hvørt ár.
- Tað ótrúliga við hesum tiltakinum er, at ein heilur býur stendur aftanfyri. Eftirhondini skal ikki meir til, enn at vit boða frá tiltakinum og allar góðar kreftir fara í gongd av sær sjálvum líka frá hornorkestrinum til sjálvt skipið umframt øll hini, sum eru við.
Og sigast má, at fólk taka óvanliga væl undir við tiltakinum. Ein stór fjøld var savnað á Stongunum, har Jólaskipið legði at, áðrenn skrúðgongan við jólamonnunum fór niðan á fótbóltsvøllin, har tiltakið endaði við røðum, felagssangi og sjálvandi við jólapakkum til børnini.