Tað verður ein av kendastu føroysku ítróttarfólkunum yvirhøvur, sum fer at bera Merkið, tá ið oyggjaleikirnir í Gotlandi verða settir í kvøld.
Frá in.fo umboðunum í Gotlandi verður upplýst, at tað verður Absalon Hansen, sum hesaferð fær heiðurin við føroyska flagginum at ganga fremstur millum føroysku ítróttarfólkini. Absalon var við á fyrstu oyggjaleikunum í 1985, og hann hevur verið við hvørja ferð síðani uttan tríggjar ferðir.
Fyrstu ferðirnar luttók Absalon í renning – eitt nú vann hann maratonkappingina í Føroyum í 1989. Síðani var tað á súkklu, at hann kappaðist, og nú hevur Absalon fleiri ferðir luttikið í bogaskjóting, og tað ger hann eisini hesaferð.
Vatnið skilir oyggjarnar, og vatnið bindur oyggjarnar saman. Tá ið leikirnir verða settir, ber eitt umboð fyri hvørt oyggjasamfelag eina krukku av vatni, sum so verður stoytt í felags brunn. Nú er greitt, at tað verður yngsti føroyski luttakarin, sum í kvøld fer at bera vatnkrukkuna. Tað er trettan ára gamla Rebekka Ingadóttir Rein. Hon luttekur í fimleiki.
Oyggjaleikirnir verða settir í miðbýnum í Visby í Gotlandi klokkan 18 føroyska tíð. Í Visby er í løtuni yvirskýggjað, tað er turt, og hitastigini eru 17-18. Tað verður sagt, at sólin fer at kaga fram, tá ið leikirnir verða settir seinni ídag.
Á in.fo ber til at fylgja oyggjaleikunum – í teksti, myndum og live upptøkum.