Nú er aftur klárt hjá Absalon Matras at fara eina ferð við vørum, sum illa stødd í Pólandi og Rumenia treingja til.
Í gjárkvøldið stóð bussurin hjá Absalon niðan fyri Christianskirkjuna í Klaksvík, og gingu fleiri fólk honum til handa við at fylla bussin. Gjølliga verður hildið skil á, hvussu nógv er við av hvørjum – skógvar, steintoy, leikutoy, ullklæði, seingjarklæði og til hvønn aldur lutirnir eru ætlaðir.
Hetta er eisini fyri at halda skil á vektini, so bussurin ikki gerst ov tungur, sum myndugleikarnir á leiðini ganga nógv uppí. Vanliga verður farið við smáum sjey tonsum av vørum, sum koma teimum mongu, ið hava tørv á teimum, væl til gagns.
Fimm eru við í ferðalagnum, sum fer við Norrønu í kvøld. Av teimum eru tríggir bussførarar.
Fyrst gongur leiðin til Pólands, síðani aftur til Hirtshals at fylla meir uppí úr eini bingju, sum stendur har, og síðani avstað aftur til Botosani í norður Rumenia – heilt upp at markinum móti Ukraina.
Hetta er 19. ferðin, Absalon ger til Pólands og um 100. ferðin til Rumenia. Tað kann roknast við kulda og kava eftir leiðini, men væntar Absalon at vera aftur 8. november.










