Ovast á listanum stendur Fernando Torres. Spanski áleyparin hevur latið inn skrivliga umbøn um at sleppa burtur frá Liverpool, men hendan er noktað honum.
Metingar siga tó, at bjóðar Chelsea 50 milliónir pund ? sum hevði brotið metið í stóran mun, tað mesta higarrtil er 32,5 miliónir pund, sum Manchester City rindaði fyri Robinho ? so sleppur Torres burtur.
Liverpool hevur júst keypt Luiz Suarez frá Ajax fyri 23 milliónir pund, og tað verður meira mett at hann skal loysa Torres av heldur enn at hann skal verða makkari hjá spaniólanum.
Seinast Roman Abramovich var persónliga blandaður upp í keyp av einum leikara var í 2006, tá hann keypti Andrei Shevchenko frá Milan fyri 31 milliónir pund. Hann sló ongantíð heilt ígjøgnum.
Nú er Abramovich so úti eftir Torres sum væntandi fer at kosta 50 milliónir pund og hann fær væntandi eina løn á 170.000 pund um vikuna, tað eru smáar 1,5 milliónir krónur, skrivar Daily Mirror.










