Abramovich stevnir blaði

Russiski Roman Abramovic, sum eigur enska fótbóltsfelagið Chelsea, hevur nú gjørt av at stevna blaðnum The Sunday Times. Orsøkin er, at blaðið skrivarði herfyri, at Abramovich ætlaði at selja Chelsea. Hetta noktaði Abramovic fyri, og nú dregur hann Sunday Times í rættin. Abramovich hevur átt Chelsea í seks ár í summar.