Abraham tekur time-out

Abraham Løkin metir seg hava ovmikið at síggja til í løtuni, og tí verður hann ikki á føroyska venjarabeinkinum mikukvøldið

Fótbóltur

 

Tá Brian Kerr tók við sum landsliðsvenjari, var ein tann fyrsta avgerðin hjá honum at víðka venjaratoymið, soleiðis at Abraham Løkin eisini varð partur av hesum.

Saman við Jens Martini Knudsen hevur Abraham verið hjálparvenjari til dystirnar móti Serbia, Fraklandi og Eysturríki, men tað verður hann ikki móti Litava mikukvøldið.

- Eg tók av, tá hesin møguleikin stóð mær í boði fyrr í ár, men eg má ásanna, at eg kanska havi átikið mær ov nógvar uppgávur. Tí havi eg saman við FSF og Brian Kerr valt at taka ein steðg við hesum partinum av mínum venjarayrki, sigur Abraham Løkin.

Umframt at vera hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, er Abraham eisini annar av venjarunum hjá ÍF, sum siglur tungan sjógv í Vodafone-deildini, og hann er eisini høvuðsvenjari hjá U19-landsliðnum. Og hesar báðar sessirnar fer hann framvegis at røkja.