Abraham Løkin givin í Fuglafirði

- Teir bjóðaðu mær at halda fram, men eg tók ikki av. Ætlanin var, at eg skuldi verða til 1. apríl, og eg havi ikki stundir at venja teir longur.

Abraham Løkin hevur seinastu tíðina staðið á odda fyri liðnum hjá ÍF, tá Jón Simonsen brádliga var noyddur at siga venjarasessin frá sær. Fuglfirðingar hava samráðst við David Jones, og sambært Abrahami Løkin, verður hann helst í Føroyum mikudagin.

- Eg ætli mær sjálvsagt at tosa við David Jones um, hvussu eg havi fyrireikað liðið til kappingina, og mína meting um ymiskt. Tað verður eisini mín síðsta uppgáva í ÍF í hesum umfari, sigur Abraham Løkin.