Abraham hevur ikki upplivað sovorðið

Abraham Løkin roknar við undirhaldandi og spennandi dysti í Klaksvík í kvøld, og hann kennir ein øgiligan áhuga millum bygdarfólkið í Fuglafirði:

- Eg havi ikki upplivað sovorðið í Fuglafirði, síðani vit vunnu FM í 1979.

Hann og spælararnir hava longu verið tvær ferðir í Klaksvík í hesi vikuni:

- Vit hava vant á vøllinum, og eg haldi, at hann er í góðum standi. Hann er eitt sindur harðari enn vøllurin hjá okkum, men tað sum er týdningarmikið, at bólturin er tann rætti, sum tað verður spælt við, og tað verður tað, sigur ÍF venjarin, sum saman við sínum monnum hevur hildið taktikkfund í ítróttarhúsinum í Fuglafirði, áðrenn teir fóru til Klaksvíkar.

Bartal Eliasen hevur havt trupulleikar við knænum, men hann er tøkur, og harvið eru allir ÍF spælararnir klárir at fara á vøllin, og tað er kapping um plássini á liðnum hjá fuglfirðingum.