Bill Justinussen
Bert ein lítil viðmerking til títt innlegg í ?Hinvegin" í Dimmu 29.10.04. Tú heldur, at um Saddam Hussein og Hitler høvdu verið aborteraðir, hevði heimurin sæð munandi betri út og kemur til ta heldur óvanligu niðurstøðu, at fosturtøka kanska er eitt gott vápn móti yvirgangi. Sera undarligur hugsunnarháttur, má sigast. Í Føroyum hava vit ikki fría fosturtøku, og tí má staðfestast sambært tínum hugburði, at her búgva rættiliga mong ólukkulig menniskju, sum hava havt ein ringan uppvøkstur og sum harvið eru møgulig yvirgangsfólk. Eg haldi ikki, at tað er støðan í Føroyum. Mær vitandi er ongin núlivandi føroyingur yvirgangsmaður, og fáir um nakar eru farnir í søguna sum yvirgangskroppar. "Hinvegin" eru helst mangir yvirgangakroppar í londum við fríari fosturtøku. Kanska er fría fosturtøkan ein orsøk?? Kanska verður eitt samfelag, sum so grundleggjandi vendir sær móti náttúrulógunum og náttúrunnar Skapara, spakuliga avskeplað og elur upp ófrættakenslur, sum síðani føra við sær enntá yvirgang?? Tá man við lóg hevur givið rætt til at avlíva lítla barnið í móðurlívi, hevur almenna virðingin fyri mannalívinum kanska fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin, og er vegurin tá styttri at gera seg inn á mannalívið á annan hátt. Kanska!?