Stjórnin í Avstralia hevur gjørt av at biðja landsins upprunafólk, aboriginararnar, um umbering fyri tann politikk, sum avstralskir myndugleikar hava rikið ímóti upprunafólkinum í farnum árum. Serstakliga fær upprunafólkið umbering fyri, at myndugleikarnir tvingsilsfluttu umleið 100.000 børn frá foreldrunum í árunum frá 1910 til 1970. Ein felagsskapur hevur biðið stjórnina stovna ein grunn, sum skal rinda raktum aboriginarahúskjum endurgjald, men tað vil stjórnin ikki.