Russland tekur undir við, at georgisku landslutirnir Abkhasia og Suðurossetia sleppa at taka seg burtur úr Georgia, men Moskva hevur kortini ikki viljað viðurkent økini sum sjálvstøðug lond.
Nú hevur abkhasiska tingið so sent tjóðartinginum í Moskva eina formliga áheitan um viðurkenning, og sambært tíðindastovuni Interfax verður svarið úr Russlandi játtandi. Í hvussu er endurgevur tíðindastovan formannin í russiska tjóðartinginum fyri at siga, at meirilutin er til reiðar at ganga abkhasisku áheitanini á møti.
Vesturlendskir eygleiðarar siga, at tað er ikki vist, at formaðurin umboðar meirilutan, ella um orð hansara bara eru eitt íkast til stríðið millum Russland og Vesturheimin um Georgia.
Bæði Abkhasia og Suðurossetia hava kravt altjóða viðurkenning sum sjálvstøðug lond og hava víst á, at altjóða samfelagið hevur viðurkent fyrrverandi serbiska landslutin Kosovo sum sjálvstøðugt ríki. Tey krevja somu rættindi, men higartil hava USA, ES og NATO hildið uppá, at Abkhasia og Suðurossetia eru partar av Georgia.
Abkhasia og Suðurossetia slitu seg leys bav Georgia í nítiárunum, men enn hevur einki land viðurkent tey sum sjálvstøðug.










