Aberdeenruta hevur nógvar vakstrarmøguleikar

– Tað er eingin ivi um, at nýggja rutan millum Aberdeen og Vágar hevur stóran áhuga.

 

Tað sigur Jóhan Mortensen, ráðgevi, í Havn, sum hevur stóran áhuga í Skotlandi og skotsku oyggjunum.

 

– Oljuvinnan í Aberdeen, Hetland og Orkney verða nógv nærri. Møguleiki fyri aðrari vinnu hjá føroyingum at hyggja eftir, og ferðamannavinna báðar vegir, nevnir hann, sum nakrar vakstrarmøguleikar, sum kunnu standast av nýggju rutuni.

 

– Føroyar og Skotland koma nógv nærri hvørjum øðrum – og eisini eftir Brexit, kann hetta føra við sær nógv meira politiskt samskifti, heldur hann.

 

Jóhan Mortensen vísir á, at úr Aberdeen sleppur tú eisini sera bíliga til London og allan heimin við feløgum sum eitt nú Easy Jet

 

Hann heldur eisini, at tað kann hugsast, at Robert Gordon University í Aberdeen fer at royna at faa fleiri føroyingar hendavegin.

 

– Persónliga eri eg sera fegin um hesa rutu, og fer hon saman við SAS rutunum at lata upp nýggjar møguleikar fyri føroyingar og føroyskar fyrtitøkur, heldur hann.