Aberdeen fekk bara eitt stig

Aberdeen misti í kvøld eitt týðandi fet í stríðnum um heiðursmerki í bestu skotsku fótbóltsdeildini, tá liðið spældi málleysan javnleik á heimavølli móti Hearts, sum er á triðja plássinum.

Gestirnir fingu Marius Zaliukas útvístan miðskeiðis í seinna hálvleiki, men hóast tað eydnaðist tað ikki heimaliðnum at tryggja sær øll stigini. Tískil er Aberdeen framvegis fimm stig frá triðja plássinum.

Føroyski Rógvi Holm sat á beinkinum hjá Aberdeen allan dystin.