Ábendingar um eldgos hava verið síðani oktober

Tey hava leingi stúrt fyri einum eldgosi nærindis Grindavík í Ísland. Soleiðis hevur gongdin verið:

 

Seint mánakvøldið fór at goysa í Íslandi eftir at jarðskjálvtar hava verið í nógvar vikur.

Stúrt hevur verið fyri gosinum leingi. Her er eitt yvirlit:

* Síðst í oktober vóru í ár vóru nógvar røðir við smáum jarðskjálvtum, yvir 5500 í tali.

* Jarðfrøðistovan segði, at tað kundi vera tekin um eldgos.

* Jarðskjálvtarnir hildu fram fyrst í november, men tað var enn ógreitt, hvørt tað fór at goysa næsta tíðina.

* 11. november vórðu fólk flutt burtur úr Grindavík, tí stúrt var fyri, at ein gosfjall nærindis fór at goysa.

* Sambært leiðaranum í Nordisk Vulkanologisk Center í Reykjavík, Rikke Pedersen, var tað fyrstu ferð í 50 ár, at ein íslendskur býur var evakueraðu av hóttanum um eldgos.

* Tað groyti, sum rennur undir Grindavík, flutti seg uppeftir móti jarðskorpuni.

* 11. november varð staðfest, at groytið var 800 metrar undir jarðskorpuni.

* Síðani varnaðust myndugleikarnir, at seismiska virksemið minkaði. Nakað, sum sambært Rikke Pedersen ofta hendir, áðrenn tað fera at goysa.

* 22. november jarðfrøðistovan í Íslandi, at vandin fyri at fjallið brádliga fór at goysa, »minkar dag fyri dag og verður mettur sum lágur«.

* Nakrar dagar seinni segði stovan, at tað varð mett enn minni sannlíkt, at tað vóru at goysa nærindis Grindavík.

* Nú verður mett somu meira sannlíkt, at eitt goys fer at vera í økinum millum Hagafell og Sýlingarfell.

* Eftir vikur við seismiskum virksemi fór gosfjallið at goysa í kvøld 18. desember klokkan 22:17.

Keldur. RÚV, Reuters og AFP.

/ritzau/