Ábendingar eru um at russiski herurin viknar

- Vit hava ikki fingið váttað, hvør hevur valdið í Kherson, men alt bendir á, at býurin ikki longur er líka greitt undir russiskum eftirliti, sum hann hevur verið.

Sambært útlendskum miðlum er ukrainski herurin í holt við at fremja mótálop á russisku deildirnar í havnabýnum, Kherson. 

 

Hetta er niðurstøðan hjá høgtstandandi embætisfólkum í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, í dag. 

 

Sagt verður, at russiskir hermenn kunnu koma í eina ringa støðu í Kherson, tá ukrainski herurin fer at leypa russisku deildirnar í býnum aftur. 

 

Kherson, sum liggur við Svartahavið, er hin einasti av størru býunum í Ukraina, sum russiski herurin hevur havt ræðið á.

 

Men, í USA eru tey nú farin at ivast í, hvør veruliga hevur valdið í býnum har suðuri í Ukraina.

 

- Vit hava ikki fingið váttað, hvør hevur valdið í Kherson, men alt bendir á, at býurin ikki longur er líka greitt undir russiskum eftirliti, sum hann hevur verið.

 

Høgtstandandi embætisfólk í amerikanska verjumálaráðnum vísa á, at tað var longu tíðliga í mars, at Ukraina viðurkendi, at russar høvdu tikið valdið í býnum.

 

Men, nú er ivamál um, hvør hevur veruliga valdið, siga somu keldur.

 

Í havnabýnum Kherson búgva umleið 330.000 fólk.

 

Eydnast tað ukrainska herinum at taka valdið í býnum aftur, meta embætisfólk í Pentagon, at russiskir hermenn í býnum kunnu koma í eina trupla støðu.

 

Í vikuni hevur annars ljóðað, at ukrainskar herdeildir hava rikið russiska herin longur burtur úr økinum kring høvuðsstaðin, Kiev.

 

At ivi nú eisini er um valdið í Kherson har suðuri í landinum kundi bent á, at russiska krígsmaskinan viknar av hørðu ukrainsku mótstøðuni á fleiri hermótum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Í havnabýnum Kherson, sum liggur við Svartahavið, búgva umleið 330.000 fólk.