Saudiarabiski kongurin, Abdullah, sigur, at hann styðjar egyptiska forsetan, Hosni Mubarak. Í einari fráboðan sigur kongurin, at hann fordømir tey, sum royna at máa støðið undan trygdini í Egyptalandi, og sum siga seg stríðast fyri frælsi og broytingum.
Umframt Adullah hevur libyski einaræðisharrin, Mohammar Gaddafi, boðað frá, at hann styðjar Mubarak og stýrið í Kairo.
Amerikanski forsetin, Barack Obama, bað í gjárkvøldið Hosni Mubarak fremja tær nýskipanir, sum hann hevur lovað egyptiska fólkinum. Tað sama segði danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, við TV2 fyrrapartin.
Mótmælini halda fram í Egyptalandi í dag. Samstundis ljóðar frá mótmælum í Jemen.