ABC-samráðingar halda fram í dag

Samráðingar millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin halda fram í dag kl. 13.30. Fyrstu útspælini til eina framhaldandi ABC-samgongu vórðu borin fram á torg á Hafnia í gjárskvøldið frá klokkan 19. Fundurin millum teir tríggjar floksformenninar Jóannes Eidesgaard, Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen varaði um tveir tímar, áðrenn farið varð hvør til sítt. Klokkan 13.30 í dag, mánadag, hittast teir tríggir formenninir aftur til samráðingar. Bæði Kaj Leo og Jørgen siga, at lítið ítøkiligt er at skriva heim um.

- Vit eru enn í byrjunarfasuni, eingi ultimativ krøv eru sett fram, og so kanna vit møguleikarnar, sigur Jørgen Niclasen. Men formaður Fólkafloksins væntar kortini, at á fundinum í dag verður farið meiri ítøkiliga til verka, og tá fæst ein betri hilling á, hvørs ABC-samgongan heldur fram ella ikki. Kaj Leo er samdur.

- Eg havi einki ?fornemmilsi? enn, men eftir næsta fund vita vit betri, hvørji sannlíkindini eru fyri eini framhaldandi ABC-samgongu, sigur Kaj Leo.

Hvørki Kaj Leo Johannesen ella Jørgen Niclasen vilja sum vera man koma nærri inn á ítøkiliga innihaldið á fundinum í gjárskvøldið.

Samstundis sum formenninir hittast, hava allar tær nýggju tingmanningarnar í gjár havt internar fundir á Gamla Apoteki, har floksynskini fyri nýggjar samgongumøguleikar eru á breddanum. Men enn tykist alt framvegis vera opið, og vit mugu bíða eftir, hvat fundurin millum ABC-formenninar í dag klokkn 13.30 hevur at bjóða.