ABC nærum komin á mál í Vági

Uttanflokkalistin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu mikuidagin realitetsamráðingar um nýggja býráðsamgongu í Vági.
<DPTAB>    Eftir at lisit E, Tjóðveldisflokkurin, misti ein mann og Sambandsflokkkurin vann ein, hava hesir flokkar saman meirluta og kunnu mynda samgongu uttanum Tjóðveldisflokkin, sum hevur sitið við leiðsluna í mong ár.

Uttanflokkalistin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu mukudagin realitetsamráðingar um nýggja býráðsamgongu í Vági.
                      Eftir at lisit E, Tjóðveldisflokkurin, misti ein mann og Sambandsflokkkurin vann ein, hava hesir flokkar saman meirluta og kunnu mynda samgongu uttanum  Tjóðveldisflokkin, sum hevur sitið við leiðsluna í mong ár.
                      Og eftir hvat skilst eftir samráðingarnar , so er ætlanin at skifta toppin út og fáa nýggja leiðslu. Samráðingarnar hava gingið væl og komið er heilt langt. Tó eru nøvn ikki sett á nevndir og heldur ikki er nakað navn enn sett á nýggja borgarstjóran.
                      Tað frættist tó frá samráðandi pørtunum, at ætlanin er ikki beinleiðis at halda Tjóðveldisflokkin uttanfyri, men at bjóða teimum samstarv og eisini nevndarsessir. Men leiðslan skal skiftast út, staðfesta partarnir, sum samráðast um samgongu.                      Klokkan 17 hóskvøldið skuldi aftur fundur vera millum A,B og C og tá verða síðstu snøklarnir avgreiddir, frættist frá samráðingunum, so tá fæst eisini at vita, hvussu borgarstjórin í Vági eitur næstu fýra árini, og hvør annars mannar ymsu nevndirnar.