Drúgvu tingmenninir hjá Fólkaflokkinum, Bjarni Djurholm og Óli Breckmann, standa til at fáa tingsessirnar aftur, verður ABC-samgongan til nakað. Saman við Heðin Zachariassen fara teir at taka sæti á tingi aftur, sjálvsagt við tí fyrivarni, at Bjarni ella Heðin – ella báðir – fara út í landsstýrið.
Sama verður galdandi fyri sambandsmenninar Marjus Dam, Helga Abrahamsen og Jaspur Vang. Tá verður gingið út frá, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa trý landsstýrisfólk í part.
Men tað koma ikki bara nýggj andlit á ting, tað fara eisini nøkur úr tinginum. Fær Javnaðarflokkurin tvey í staðin fyri trý landsstýrisfólk so merkir tað, at Mikkjal Sørensen missir sín sess á tingi. Sama er galdandi fyri Tórd Niclasen, um Miðflokkurin ikki verður við í einari nýggjari samgongu, og Karsten Hansen tekur sæti á tingi.
Fyri Tjóðveldi verða tað Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Olga Biskopstø, sum missa sínar sessir, tá Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen og Bjørt Samuelsen gerast tingfólk aftur.