ABC kaffi í Klaksvík

Mánadagin og týsdagi bjóðar ABC barnahjálp kaffi og piparnøtur í Nósloyar Pálsgøtu 9 í Klaksvík Mánadagin, 22. desembur og týsdagin, tollaksmessudag, bjóðar ABC barnahjálp kaffi og piparnøtur í Nósloyar Pálsgøtu 9 í Klaksvík.

Opið er frá klokkan 10 og so leingi handlarnir hava opið.

Fyri kaffi hava fólk møguleika at geva eitt oyra, sum fer til skúlagongd hjá børnum í Liberia og Senegal, sigur Barnahjálpin.

Eisini hava tey tombola og loppumarknað til frama fyri ferð til Liberia.

Síðani ABC barnahjálp byrjaði sítt arbeiðið fyrst í 2007, hava tey sent meira enn eina millión krónur til skúlabygging í Liberia. Persónligir stuðlar hjá børnum gjalda hvønn mánaða til skúlagongd hjá útvið 100 børnum.

Í januar fer ABC barnahjálp á vitjan í Liberia og seinni í 2009 fer Kringvarpið at senda frá arbeiðinum í Liberia, har vit eisini fáa møguleikan at síggja hvussu børnini hava tað.