ABC-formenninir samráðast aftur í dag

Fundarvirksemi var á Gamla Apoteki og Hafnia allan sunnudagin, og tað heldur fram í dag, mánadag

Sunnudagin hittust allar tær nýggju tingmanningarnar á Gamla Apoteki til innanhýsis fundir. Ovast á dagsskránni hjá øllum flokkum var, hvussu nú skal telvast fyri at sleppa í samgongu.

Klokkan 19 sunnukvøldið hittust teir tríggir ABC-formenninir Jørgen Niclasen, Kaj Leo Johannesen og Jóannes Eidesgaard á Hotel Hafnia til fyrsta samráðingarfundin, og teir hittust aftur í dag klokkan 13.30, eftir at blaðið var farið til prentingar. Eingin teirra vil siga, hvørji ítøkilig mál vóru á breddanum sunnukvøldið.

- Vit tosaðu rímiliga yvirornað og komu við okkara útspæli. Fundurin varð eyðkendur av, at vit framvegis eru í fyrstu fasuni, men mánadag verður farið meiri ítøkiligt til verka, segði Jørgen Niclasen eftir fundin sunnukvøldið. Og tað sama segði Kaj Leo sunnukvøldið.

- Nú kanna vit møguleikarnar fyri eini komandi ABC-samgongu, men enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt, segði Kaj Leo.


Andstøðan roynir

Meðan teir tríggir ABC-formenninir fundast sínámillum, roynir Høgni Hoydal, andstøðuleiðari og formaður í Tjóðveldi, at kanna møguleikarnar fyri at sleppa aftur í samgongu. Men hann vil einki siga um, hvørja samgongu hann sær fyri sær, og hvønn samgonguflokk hann hevur tosað við.

- Vit royna við teimum amboðunum, sum vit hava, at lodda dýpið yvir fyri hinum flokkunum. Og eg havi góðar vónir um, at Tjóðveldi aftur kann koma í samgongu, segði Høgni Hoydal sunnukvøldið.

Í dag verður telvað víðari á Gamla Apoteki og Hafnia, men lítið ítøkiligt verður sagt í hesi fyrstu fasuni av samráðingargongdini.