ABC: Eru framvegis í bíðistøðu

Stevið er gott í samgonguni. Tað kendi løgmaður seg skundaðan til at spæla út við á heimasíðuni hjá Tinganesi í gjár. Landsins stjórnarleiðari svaraði harvið oddagreinini, sum okkara kollegar á Dimmu høvdu í blaðnum mánakvøldið.

Stevið er gott. Tað var yvirskriftin hjá løgmanni. Áðrenn tað kann mestast um gongulagið, er tað neyðugt at fara til gongu, eins og tað ikki ber til at meta um áralagið, tá ið báturin framvegis ikki er flotaður.

 

Í næstu viku fer Obama at flyta inn í Hvítu húsini. Amerikanska pressan fer at friða hann í hundrað dagar. So verður hann lagdur á vektina og fer harvið at verða støðugt vigaður, inntil tað í november 2012 aftur fer at verða forsetaval.

 

Nýggja ABC samgongan er nú eina stóra viku eldri enn hundrað dagar. Tí er tað einki forgjørt í, um andstøða, pressa og almenningur smátt um smátt fer at fregnast eftir, hvat ABC samgongan ætlar.

 

Løgmaður vísti í gjár til samgonguskjalið, og í síðstu viku vísti løgmaður til Visión 2015. Síðani visiónin varð skrivað og síðani samgonguskjalið varð skrivað, eru fyritreytirnar í okkara samfelag og í altjóða samfelagnum nógv broyttar. Enn hevur einki verið at frætta um, hvussu samgongan við tí góða stevinum ætlar at takla nýggja veruleikan. Tíðin er neyvan til at seta nýggjar visiónsbólkar og nýggjar bólkar at tulka samgonguskjalið inn í spildurnýggja veruleikan.

 

Ein av fíggjarnevndarlimunum hjá samgonguni vísir nú á tað óhepna, at landsstýrið hevur eina íløguætlan, og at fíggjarnevndin hevur eina aðra. Einki forgjørt er í tí, um samgonga og andstøðu finna saman um eina íløguætlan. Men tað er vánaligt stev, um útinnandi valdið og lóggávuvaldið arbeiða hvør í sína ætt. Her eigur politiskt at verða arbeitt skjótt!

 

Ein annar av samgongulimunum sigur, at bátar undir 15 tons eiga at fáa loyvi at fiska frítt! Løgmaður vil hava enn eina skipanarnevnd at taka sær av uppgávuni at orða uppskotið til fiskivinnupolitikkin. Tað bendir ikki á, at talan fer at verða um politiskt yvirtíðararbeiði.

 

Kanska er stevið í samgonguni so gott, sum løgmaður vil vera við, at tað er. Nú fáa vit at síggja.

 

Týsdagin í næstu viku verður jólafrítíðin hjá tinginum av. Tað hevði klætt løgmanni væl, um tað beinanvegin vórðu løgd uppskot fyri lóggávuvaldið at arbeiða við. Um tað aftur hesa ferð fer at verða bíðað inntil fyrst í mars mánað at leggja uppskot á tingborð, so kann tað verða so skjótt, at tað fer at verða ivast í stevinum. Eftir meiri enn hundrað døgum eru vit framvegis í bíðistøðu.

 

Sosialurin