ABC ella BCDH

-Tað vil vera at ganga ímóti fólkaviljanum, um flokkar, sum ganga inn fyri ríkisfelagsskapinum, ikki koma at vera við til at mynda komandi samgongu, sigur Edmund Joensen, sum fekk eitt rimmar val í Eysturoynni.

Val og samgongumøguleikar

Tað var ein ovurfegin Edmund Joensen, fyrrverandi formaður Sambandsfloksins og fyrrverandi løgmaður, sum fylgdi valúrslitinum týskvøldið, tí tá avtornaði fekk hann eina dygga álitisváttan frá veljarunum og varð afturvaldur við einum tí besta úrslitinum hann hevur havt øll árini í politikki við undantaki av valinum í 1990, har hann setti met sum umdømisvaldur í Eysturoynni við 501 atkvøðum. Hesaferð fekk hann 430 atkvøður, og tað heldur Edmund Joensen sjálvur er eitt frálíkt úrslit, tá hugsað verður um, hvussu sterk uppstillingin varð í oynni og hvussu lítil lokali skansin á Oyrabakki er. Edmund kom á ting í 1988 og hevur sostatt verið tingmaður í 14 ár. Hann hevur eisini røkt formanssessin hjá flokkinum, hevur verið løgmaður og sitið á fólkatingi. Í dag er hann formaður í tingbólkinum.

Edmund Joensen er sera fegin um úrslitið hjá Sambandinum, men verri var, at tað ?skrekkscenario? hann hevði ímyndað sær undan valinum, gjørdist veruleiki: nevniliga at tað kom at standa á jøvnum, og teir smáu flokkarnir gjørdust tungan á vágskálini. Hann heldur, at løgtingið, áðrenn tað fór til hús, átti at sett landsstýrinum eitt misálit fyri at sleppa undan at koma í hesa støðuna. Undirtøka varð tó ikki fyri tí. Varð hetta gjørt, so varð eingin í landsstýrinum í løtuni.

Leggja frá sær
Edmund Joensen heldur, at samgongan eigur at leggja frá sær og roynt eigur so at verða at finna ein nýggjan meiriluta. Møguleikarnir eru nógvir viðgongur hann. Uppá fyrispurning um tað ikki er vandi fyri, at Sambandsflokkurin hóast hann gjørdist vinnari á valinum kemur at verða settur uttan fyri eina samgongu, sigur Edmund Joensen, at tað vil hann sanniliga ikki vóna. Tað vil so verða móti fólkaviljanum. Tað eru tey ríkisfelagsskapssinnaðu, sum hava vunnið valið. Og út frá tí skal Sambandsflokkurin í eina samgongu.

Fyrrverandi formaður Sambandsfloksins heldur tað eisini verða sera áhugavert at merkja sær, at tað var meira hóvligi sjálvstýrisvongurin - ella sum onkur hevur kallað hann, sambandsvongurin, í Fólkaflokkinum, sum vann valið í størsta valdøminum, og tað heldur hann vera eitt áhugavert signal til leiðsluna í Fólkaflokkinum. Sjálvur heldur hann, at vit finna sama tendens í Javnaðarflokkinum og vísir til nýggja tingmann floksins í Sandoynni. Hann heldur sum heild, at tað var meira sambandssinnaði vongurin í Javnaðarflokkinum, sum kom best frá valinum eisini. Út frá hesum sannroyndum heldur Edmund Joensen, at tað átti at verið ein stórur meiriluti millum stóru flokkarnar, Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin fyri eini samgongu millum teir.

Fýra flokkar
Men Edmund Joensen vil kortini ikki útiloka nakrar møguleikar. Hann heldur tað eisini vera ein góðan møguleika við eini samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin, tvs. eina B,C,D,H samgongu. ?Tað vil kanska altíð vera ein viðbrekin samgonga við báðum teimum smáu, men hinvegin, tá tú hevur gjørt eina við 17 tingmonnum og ein leypir frá, so fæst hon ikki frá aftur, uttan at tú hevur 17 ímóti. Tvs. at ein fær ikki spælt hund við hinum. Soleiðis kann man siga, at hon er minni viðbrekin enn ein líknandi fyrr við 17 tingmonnum.

Samanumtikið heldur Edmund Joensen, at valið er ein sigur fyri tey, sum velja ríkisfelagsskapin, og leggur hann serstakan dent á, at hetta er eisini ein ósigur fyri víðgongdu kreftirnar í Fólkaflokkinum.