Abbi og abbadóttir á Torginum

Í morgin verður forvitnislig framførsla á torginum í SMS, sum í hesum døgum varpar ljós á Dímun, við sokallaðu Dímunar Døgunum. Í hesum sambandi fer Johannes Andreas Næs at greiða frá um Lítlu Dímun, og abbadóttur hansara, Lív Næs og Tróndur Enni at framføra nøkur løg.

Í morgin verður forvitnislig framførsla á torginum í SMS, sum í hesum døgum varpar ljós á Dímun, við sokallaðu Dímunar Døgunum.

 

Í hesum sambandi fer Johannes Andreas Næs at greiða frá um Lítlu Dímun, og abbadóttur hansara, Lív Næs og Tróndur Enni at framføra nøkur løg.

 

Johannes Andreas Næs er hvalbingur og kennir nógv til søgu úr Dímun, og tí er hann biðin um at koma og siga frá. Í tráð við hetta fer Lív, saman við Tróndi, at framføra. Lív gav í 2012 út fløgu við yrkingum hjá abba sínum. Eitt yrkingasavn sum hann gav út í 1946, og sum Lív endurútgav tónleikaliga.