Tað sigur Jákup Mørk, formaður í B36 og fyrrverandi ítróttarjournalistur á Sosialinum. Jákup Mørk greiðir soleiðis frá hesi søgu:
–Tað eru summar søgur, ið eru stuttligari enn aðrar, og eina av hesum fekk eg í dag frá Tórhalli Patursson, sum er úr sama grannalag, sum omma og abbi mín í Havn vóru. Nevnliga Hornabø.
Nú okkara A-landslið í mansfótbólti skal royna seg móti Noreg, er eitt tað mest spennandi navnið á norska landsliðnum Erling Braut Haaland – onkur rópar hann fyri norsku útgávuna av Zlatan!
194 sentimetra høgi áleyparin hevur altíð skotið nógv mál, og hóast hann bert er 19 ára gamal, so hevur hann longu fingið sítt gjøgnumbrot hjá Red Bull Salzburg, har hann eitt nú hevur gjørt nógv um seg í Champions League.
Haaland er ikki nakað ókent fótbóltsnavn í Noreg, og flestu fótbóltsfjepparar munnu kenna navnið á pápanum. Alf Inge Haaland var stinnur spælari hjá Nottingham Forest, Leeds og Manchester City, og eina mest man hann vera kendur fyri skaðan, sum hann fekk, tá Roy Keane á sinni mest sum sorlaði hann niður.
Føroyski vinkulin í hesum reglum er, at abbi Erling Braut – altso pápin hjá Alf Inge – faktiskt hevur spælt ein dyst við B36.
Hann og Tórhallur Patursson kendust væl, og ta einu ferðina var Asto Haaland komin til Føroya at vitja vinmannin. Hetta var um ólavsøkumundið – Tórhallur heldur sjálvur, at tað var í 1959 - og sjálvandi var ólavsøkudystur hjá B36 eisini partur av ólavsøkuskránni.
At manna lið var ikki bara sum at siga tað. Á ólavsøku var ikki altíð so lætt at finna menninar, sum skuldu spæla, og tí varð leitað eftir kreftum, sum kundu traðka til, nú avboðini tóktust heldur nógv í tali.
Abbi visti av, at hesin Asto, sum vitjaði hjá Tórhalli, dugdi at spæla bólt, og hann játtaði alt fyri eitt, tá hann varð spurdur.
Sostatt spældi Haaland hendan eina óalmenna dystin fyri B36. Hvussu dysturin gekk, ella hvussu avrikið hjá Asto var, veit eg ikki at siga. Men ílegurnar til fótbólt hava heilt víst verið góðar, um hugt verður eftir, hvat sonurin og nú eisini abbasonurin hava drivið tað til.
Enn eigur Erling Braut Haaland fyrsta málið fyri norska A-landsliðið tilgóðar, men tað er nokk bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað kemur. Vónandi verður tað tó ikki longu í annaðkvøld, tá okkara menn hava stóra avbjóðing í Oslo.