Abbi er sjórænari man vera ein tann best umtókta barnabókin í mongum føroyskum heimum. Søgan er um ein lítlan drong og abba hansara. Abbin er sannur skrøggari og sigur, at hann hevur verið skipari á einari sjórænaraskútu, og sjálvt um omman sigur, at tað er svarta lygn, tí hann hevur bara arbeittt á posthúsi, so fær drongurin annað at síggja, tá abbin og hann enda á einari spennandi ferð. Teir enda nevnliga í bardaga við arabiska sjórænaran Omar.
Og tað eru júst tekningarnar av Omari, sum gera, at Jan Lööf nú má tekna tær av nýggjum. Forlagið Bonnier Carlsen hevur heitt á rithøvundan og teknaran Jan Lööf, um at broyta nakrar av tekningunum, tí at hansara tekningar av arabaraum ikki eru tíðarhóskandi, metir forlagið. Teknarin noktaði fyrst, men hevur síðani boygt seg, tí, sum hann sigur, um bókin ikki longur er at síggja á bókahillini, fer hon í gloymibókina. Og tað er spell.
Bókin varð fyrstu ferð útgivin í 1966 og Bókagarðurin gav bókina út á føroyskum í 1974. Bókin er sera væl umtókt í Føroyum. Í 2013 endurprentaði Bókadeildin bókina, men hon bleiv útselt eftir stuttari tíð. Tí varð hon endurprentað enn einaferð í 2014, hesa ferð saman við eini aðrari bók hjá Jan Lööf, Søgan um hitt Blóðreyða Súrepli.
Umframt bókina Abbi er Sjórænari hevur forlagið heitt á Jan Lööf um at broyta nakrar tekningar í eini aðrari av bókum sínum, Fanga Fabian. Har eru tað tekningarnar av nøkrum jazz-tónleikarum, sum forlagið heldur gevur eina óhepna mynd.
Svensk forløg hava seinastu tíðina gjøgnumgingið eldri bøkur og í Svøríki er nakað av kjakið um, hvussu nógv ein skal broyta eldri søgur í mun til tíðarandan. Eitt bókasavn valdi at taka søguna Tintin í Kongo av hillunum, orsaka av mátanum afrikanarar vóru lýstir í bókini.
Astrid Lindgren hevur eisini verið fyri skotum, serliga er tað pápi Pippi, sum er nekarakongur, sum verður mettur óhóskandi. Í nýggjum útgávum av søgunum um Pippi, er hetta eisini broytt, so at hann nú er kongur í Suðurhøvum.
Í Noregi hava tey eisini kjakast um ein sang hjá Torbjørn Egner um lítla nekaradrongin Hoa, sum var ein hottentottari, og stoltur av sínum brókum úr strá, ringinum á stórutá og fjaðrunum á høvdinum. Onkrir barnagarðar eru givnir at syngja sangin, men enn eru ongar ætlanir at strika hann úr endurprentingum av barnavísum.