Á síðuni hjá Lenu á Myspace.com liggur upptøka av lagnum, frá einari av konsertunum í januar í Norðurlandahúsinum. Stones in My Pocket er eitt inniligt og hjartaligt lag um at elska og hvussu trupult tað er. M.a. syngur Lena The only way I know how to live is killing me, henda regla brennir seg fastan á onkran hátt.
Hetta lag hevði Lena skrivað, meðan hon hevði verið sera kedd og tunglynt, og kenslurnar í framførsluni eru sterkar og sannførandi. Hetta er kanska sterkasta og mest rørandi lagið, ið songkvinnan hevur gjørt.
Vitja Lenu á www.myspace.com/lenamusicroom