Eldsbruni
Av tí, at brandmenninir av tilvild vóru á mánaðarligari venjing á brandstøðini hetta kvøldið, gingu bert tveir minuttir frá tí, at eldurin varð fráboðaður, til teir vóru á staðnum. Um allir brandmenninir ikki av tilvild høvdu verið samlaðir, hevði tað tikið minst fimm minuttir meira til teir komu fram, og er hetta rættiliga nógv tá talan er um eldsbruna.
? Men tað er abbasonurin, sum eigur allan heiður og æru fyri, at húsini standa, sigur vakthavandi á brandstøðini í Havn.
? Hevði abbasonurin ikki verið so kvikur við eldsløkkjaranum, so høvdu húsini verið nógv verri farin. Hann hevði fyrst roynt við vatni, og síðani var hann farin eftir einum eldsløkkjara, og harvið megnað at dempa eldin og hildið honum niðri inntil vit komu á staðið.
Stovan er rættiliga illa farin av eldi og hita, meðan restin av húsunum hevur fingið stóran roykskaða.
Vakthavandi á Brandstøðini sigur, at óvanliga nógvir eldsbrunar hava verið í Havnini seinastu tíðina. Annars er talið á eldsbrunum farið niður í helvt síðani í 80´unum, men bert í desember-mánaði hava verið tríggir eldsbrunar í Havn, har húsini eru so at siga vorðin totalskadd. Vakthavandi heldur, at grundin til, at talið av eldsbrunum er minkað er, at fólk hava roykávaringar, og fólk eru vorðin meira tilvitað um sløkkiútgerð.










