Abbas og Netanyahu hittast aftur

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hava avtalað at hittast aftur til friðarsamráðingar um fjúrtan dagar. Tað segði serligi Miðeystursendimaðurin hjá amerikonsku stjórnini, George Mitchell, á einum tíðindafundi í Washington í kvøld.

-Teir skulu hittast aftur tann 14. og 15. september, og síðani skulu teir hava fund aðru hvørja viku, segði Mitchell. Hann legði afturat, at hann og Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, fara at taka lut í samráðingunum um fjúrtan dagar.

Abbas og Netanyahu hava havt fund í Washington í dag, og hetta var fyrsti samráðingarfundurin millum palestinar og ísraelsmenn í tvey ár.