Abbas er forseti í Palestina

Aðalstjórnin í palestinska frælsisfelagsskapinum PLO samtykti í gjár at staðfesta, at Mahmoud Abbas er forseti í Palestina

74 av teimum 75 limunum í aðalstjórnini atlkvøddu fyri. at geva Abbas forsetaheitið Samtyktin hevur ikki løgfrøðiliga støðu, tí enn hava palestinar ikki fingið nakað sjálvstøðugt ríki. Mahmoud Abbas hevur verið forseti í teimum palestinsku sjálvstýrisøkjunum síðani 2005.