Abbas Araghchi er iranskur uttanríkisráðharri

Abbas Araghchi: - USA skal koma at angra

Kollveltingarhirðin í Iran sigur, at herurin hevur lopið á eitt amerikanskt tangaskip í Persaraflógvanum, og at eldur er í skipinum

Abbas Araghchi er iranskur uttanríkisráðharri

Fyrr í morgun boðaði United Kingdom Maritime Trade Operations (UKMTO) frá einum álopi á eitt tangaskip út fyri strondini í Kuwait.

 

Í morgun hevur tó verið ógreitt, um hetta er amerikanska tangaskipið, sum iranskt sjónvarp hevur sipað til.

 

Seinastu dagarnar hevur Iran lopið á fleiri skip í Persaraflógvanum og í Hormussundinum.

 

Eftir at ein amerikanskur kavbátur søkti eitt iranskt herskip  út fyri strondini av Sri Lanka í gjár, hevur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, lovað hevnd.

 

- USA skal sleppa at angra hetta "fordømið", sum landið hevur skapt, skrivaði Abbas Araghchi á X, fyrrverandi Twitter.

 

Kollveltingarhirðin í Iran sigur, at landið hevur fult eftirlit við strategiskt týdningarmikla Hormussundinum, sum er innsiglingin í Persaraflógvan.

 

- Umleið 20 prosent av allari olju og gassi í heiminum kemur úr Persaraflógvanum, veit www.tv2.no at siga.

 

 

 

Abbas Araghchi er iranskur uttanríkisráðharri