ABBA The Show: - nakað at gleða seg til

Í hesum døgum er ABBA The Show - sum eisini skulu spæla á Summar Festivalinum – á konsertferð í USA. Ferðin gongur strúkandi og fyri bara fáum døgum síðani hevði bólkurin eina super framførslu í heimskenda Hollywood Bowl. 18.000 áskoðarar vóru til staðar og vóru øll fólk púrasta á gosi. Fólk sungu, klappaðu, dansaðu og veipaðu og hetta vóru fólkini aftan bólkin ovurfegin um at síggja.

- Áskoðararnir vóru fantastiskir og mest sum øll stóð og sungu við gjøgnum alla framførsluna. Hetta var veruliga eitt heilt serligt kvøld fyri okkum, sigur Kenneth Svoldgaard, umboðsmaður hjá ABBA The Show.

Konsertferðin í USA heldur fram í eina tíð afturat og tá hon er liðug, kemur heimskenda showið til Føroya at framføra á Summar Festivalinum.