ABBA stevnir ikki

ABBA fer ikki í rættin við ungdómsdeildini hjá Dansk Folkeparti. Hetta var annars ætlanin, eftir at DF nýtti sangin ?Mamma Mia? at heiðra forkvinnuni Piu Kjærsgaard. At ungdómsdeildin hjá DF nýtti ABBA-sangin ?Mamma Mia?, tá deildin heiðraði forkvinnuni í flokkinum, fekk ilt í teir báðar tónleikararnar og sangskrivararnar Bjørn og Benny úr ABBA.

Boðað varð beinanvegin frá, at ein stevning var væntandi. ABBA loyvir ikki, at sangir teirra verða nýtir til politsk endamál.

Men ungdómsdeildin hjá Dansk Folkeparti hevur nú sagt, at sangurin verður ikki nýttur aftur, og orsakað av hesum endar málið ikki í rættinum, sambært Ekstrablaðnum.