ABBA saman aftur eitt kvøld

Nøkur savnan av tónleikabólkinum verður tó neyvan til veruleika.

Herfyri savnaðust limirnir í bólkinum ABBA, men tó bert eitt  kvøld. Tað er ikki gerandiskostur, at limirnir í svenska superbólkinum savnast á sama stað, tó tey siga seg enn eiga vinskap saman.

 

Høvið hetta kvøld var framførsla, har ein sangleikur hjá eina liminum, Bjørn Ulvaeus, var framførdur á palli, og komu hinir abbalimirnir at stuðla honum.

 

Tað sigst, at átta ár eru síðani limirnir í ABBA síðst hittust.

 

Svenski bólkurin ABBA vann Melodi Grand Prix í 1974 og gjørdist síðani ein av heimsins størstu poppbólkum fram til fyrst í áttatiárunum, tá bólkurin gavst. Tey 4 í bólkinum, Bjørn, Benny, Agnetha og Anni-Frid fóru tá hvør til sítt. Í veruleikanum var talan um tvey gift pør, men hjúnarbondini vóru um hetta mundið farin og so fór bólkurin eisini.

 

Hvørt bólkurin ABBA nakarantíð kemur saman aftur sum spælandi bólkur, er heldur ivasamt sambært limunum sjálvum.  Navnið ABBA er sett saman av forbókstavunum í nøvnunum á limunum í bólkinum.