ABBA aftur á palli

Fyri fyrstu ferð í yvir 30 ár framførdu teir fýra limirnir í ABBA saman aftur

Tað var í samband við 50 ára hátíðarhaldið fyri, at Björn Alvaeus og Benny Andersson fyrstu ferð hittu hvønn annan, at tey fýra, teir báðir umframt Agnetha Fältskog og Anni-Frid Lyngstad, saman framførdu sangin You and I hjá ABBA.

 

ABBA vunnu Melodi Grand Prix í 1974 og ongantíð hevur nakar vinnari av evropisku songkappingini havt slíka yrkisleið eftir sigurin. Í 1982 fóru tey tó hvør til sítt, og síðani hava tey ongantíð framført saman. Inntil í gjárkvøldið.

 

Eurovision.tv skrivar, at Benny Andersson skipaði fyri eini stórari veitslu í samband við 50 ára hátíðarhaldið, og veitslan byrjaði við at Agnetha Fältskog og Anni-Frid Lyngstad sungu, áðrenn Benny Andersson og Björn Alvaeus fóru upp á pallin til teirra.

 

Hesi yvir 34 árini eru mong, ið hava roynt at ført tey fýra saman aftur, og søgur vilja vera við, at onkur hevur bjóðað teimum 6,6 milliardir krónur fyri at syngja saman aftur.