AB vitjar toppliðið

AB, sum longu hevur vunnið eina ferð í Eysturoy í ár, skal royna seg ímóti NSÍ, sum hevur seks stig og málmunin 6-1

Toppliðið eftir tvey umfør er NSÍ, sum síðsta sunnudag vann 5-1 á Skála. Eftir at hava hitt báðar uppflytararnar – B68 og Skála – er úrtøkan 6 stig og 6-1 í málum. Stóri maðurin á NSÍ liðnum er aftur í ár Klæmint A. Olsen, sum hevur skorað fýra mál.

Nú bíða teir við Løkin eftir AB, sum í 2. umfari tapti 2-1 á heimavølli ímóti B36. Sambært Bill Jacobsen, AB venjaranum, var avrikið ímóti B36 ikki gott:

-Vit vóru ikki klárir at spæla ímóti B36, og spælið riggaði ikki hjá okkum. Vit gjørdu mistøk, og teir tóku av. Vit hava ungt lið og mangla royndir, men tað mugu vit spæla okkum til, sigur AB venjarin, sum umhugsar broytingar á liðnum. Eitt nú er tað møguleiki, at Kári Nielsen verður á miðvøllinum frá fyrsta bríksli, og so er spurningurin, hvønn leiklut Sorin Anghel skal hava, tá ið AB skal royna at steðga Klæminti A. Olsen.

Verjuspælararnir Morten Overgaard og Andras B. Vágsheyg eru framvegis skaddir, og tað er ivasamt, um Jógvan Skeel Nolsøe og Sorin Anghel eru førir fyri at spæla í dag.

 

Í NSÍ fegnast teir um úrslitini, men sambært Helga L. Petersen, sum er hjálparvenjari hjá Trygva Mortensen, so var leikliga avrikið ikki nóg gott í stórsigrinum á Skála:

-Eina løtu í 1. hálvleiki og eisini fyrstu løtuna eftir steðgin vóru vit ikki nøgdir við leikliga avrikið. Vit fegnast um, at Haraldur R. Højgaard og Meinhard E. Olsen, sum eru tveir ungir spælarar, bjóða seg til. Tað er upp til at teir at vísa, at vit skulu rokna við teimum, og so er Klæmint A. Olsen fantastiskur. Hann arbeiðir hart og fær hinar við sær, so vit kunnu ikki finna betri álopsspælara í Føroyum.

Og AB?

-Argjamenn hava ment seg og styrkt seg. Tað plagar at vera torført ímóti teimum á heimavølli, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini sunnudagin, sigur Helgi L. Petersen.

 

AB hevur sjey ferðir áður spælt landskappingardystir í bestu deildini við Løkin. Eina ferð – fyrra dystin í 2009 – hevur AB vunnið fulla úrtøku. Í fjør endaði tað 1-1, og hinar ferðirnar hevur NSÍ vunnið.

AB hevur longu vunnið trý stig í Eysturoy í ár. Tað var við 2-0 sigri á Víkingi í fyrsta umfari í Sarpugerði.

Hjá NSÍ er Jústinus R. Hansen framvegis skaddur.