Fýra av fimm dystum í sætta umfari í næstbestu fótbóltsdeildini vóru seinnapartin. Tann fimti – NSÍ-KÍ – verður spældur mánakvøldið.
Tað eru B68, AB og Giza Hoyvík, sum kappast um at flyta upp. Í dag var tað bara AB av hesum trimum, sum vann úrtøku. Tað gjørdu argjamenn í Gundadali, har grannauppgerðin ímóti Giza Hoyvík endaði við 4-1 sigri til argjamenn.
Toftamenn vóru suðuri á Vágseiði, og teir komu norður aftur sum av torvheiðum. Næstbesta liðið hjá Suðrinum var frammanfyri 2-0 og vann at enda 2-1. Hetta var aðru ferð, at B68 einki fekk burturúr. Fyrra ferðin var á útivølli ímóti Víkingi, sum vann 2-0.
Tølini siga, at tað er lítið hugaligt hjá ÍF at vera nýtt lið í næstbestu deildini. Fuglfirðingar løgdu á heimavøllinum í Fløtugerði rygg til 13-1! tap ímóti teimum næstbestu hjá HB. Veteranurin Andrew av Fløtum og yngri beiggin Rói skoraðu sjey av HB málunum.
ÍF bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum. Undan hesum umfarinum høvdu teir næstbestu hjá B36 bara eitt stig. Í dag vunnu teir rimmar 5-0 heimasigur á teimum næstbestu hjá Víkingi.
Í vár er FSF farið undir talgilta skráseting av úrslitum. Tað vísir seg at hava við sær, at tað gongur munandi longri tíð at fáa til vega nágreiniligu upplýsingarnar um mál og málskjúttar og gul og reyð kort, enn tað hevur gjørt undanfarnu árini, tá ið faroesoccer hevur tikið sær av hesum, og tað harvið varð óneyðugt hjá fjølmiðlunum at ringja til bæði Per og Pól fyri at fáa fatur á upplýsingum.
Upplýsingar verða lagdar inn í niðanfyri standandi so við og við sum hesi verða fráboðað.
Giza Hoyvík-AB 1-4 (0-1)
0-1: Bjarni Skála 32.
0-2: Karstin Højgaard 46.
0-3: Karstin Højgaard 46.
0-4: Jobin Drangastein 84.
1-4: sjálvmál 89.
ÍF-HB 1-13 (1-2)
1-0: Pól Magnus Petersen 6.
1-1: Jákup Pauli Breckmann 14.
1-2: Heri H. Mohr 21.
1-3: sjálvmál 50.
1-4: Heri H. Mohr 54.
1-5: Hans Jákup Annfinsson 55.
1-6: Rói av Fløtum 59.
1-7: Hjalti Djurhuus 64.
1-8: Rói av Fløtum 67.
1-9: Andrew av Fløtum 75.
1-10: Rói av Fløtum 79.
1-11: Rói av Fløtum 84.
1-12: Rói av Fløtum 86.
1-13: Andrew av Fløtum 88.
B36-Víkingur 5-0 (4-0)
1-0: Pætur Petersen 2.
2-0: Gilli Samuelsen 33.
3-0: Gilli Samuelsen 36.
4-0: Gilli Samuelsen 45.
5-0: Uni Johannesen 80.
Suðringar-B68 2-1 (1-0)
1-0: Aron Sørensen 15.
2-0: Teitur Krosslá Mortensen 55.
2-1: Albert Róin Johannesen 92.
NSÍ-KÍ mánadagin fyrsta mai
NSÍ 16 stig
B68 12 stig
HB 11 stig
Suðringar 10 stig
AB 9 stig
KÍ 9 stig
Víkingur 9 stig
Giza Hoyvík 5 stig
B36 4 stig
ÍF 0 stig
KÍ hevur spælt fimm dystir, ÍF hevur spælt sjey dystir, og hini liðini hava spælt seks dystir
Sjeynda umfar
sunnudagin sjeynda mai
KÍ-Suðringar
NSÍ-Víkingur
B68-Giza Hoyvík
HB-B36
AB-ÍF