Higartil í ár hevur tað mest sum hvørja ferð verið soleiðis hjá AB, at tað mesta hevur fingið fyri seg í teirra brotsteigi. Í kvøld var heilt øðrvísi, tá ið Undrið FF var gestur í Vika á Argjum. AB vann 4-1, og tølini siga, at sigurin var sannførandi.
AB hevði 15 hornaspørk, og Undrið FF hevði einki hornaspark.
Tóki á Lofti setti hol á tveir minuttir undan steðginum. 1-0 var tað, inntil tað restaði eitt korter, tá skoraði AB eftir lítlari løtu tvey mál. Bjarki C. Nielsen økti til 2-0 í 74. minutti, og Gert Drangastein økti til 3-0 í 78. minutti. Tóki á Lofti varð tvífaldur málskjútti í 88. minutti.
Teir í AB vóru sjálvandi nøgdir um, at tað eydnaðist teimum at vinna seg í fjórðingsfinaluna við ruddiligum sigri, men teir iðraðu seg um, at Dávid Kruse Dam ein minutt undan leikloki minkaði um munin til 4-1.