AB vann á vindinum

Veðrið var avgjørt ikki til nakað polerað fótbóltsspæl, tá strembandi AB og óyroynda LÍF dystaðust leygardagin.
Nógvur vindur var eftir váta vøllinum, og hetta gjørdi fyri tað mesta, at líkindini at spæla fótbólt vóru at kalla eingin.
Leingi var eisini líkt til, at talan skuldi gerast um málleysan javnleik, men í seinastu løtu fingu gestirnir tó avgjørt dystin, tá Pætur Dam Jacobsen brádliga gjørdist leysur.
Sum nevnt, so var talan á ongan hátt um nakað polerað fótbóltsspæl, men tað munnu tey á Argjum leggja vertin á. Hjá teimum vóru stigini tey týdningarmestu, og so ræður um at halda fast um oddastøðuna.
Hjá leirvíkingum er ikki stórt annað at gera, enn at halda á fram at stríðast. Talan er um nógv ungt fólk á liðnum, og vantandi royndirnar koma helst at viðføra óstøðug avrik. Stríðsviljanum bilar tó sjáldan nakað, og tað munnu eisini vera fá lið, sum rokna við lættari uppgávu, tá vitjað verður í Leirvík.


LÍF-AB 0-1 (0-0)
0-1: Pætur Dam Jacobsen