Higartil hevur kappingarárið ikki verið nakað at reypa av hjá AB, sum síðsta heyst flutti niður úr bestu deildini.
Í kvøld vann AB 4-0 á heimavølli. Hetta var størsti sigurin hjá AB í ár, og úrslitið kann vera ábending um, at tað nú er farið at rigga hjá Dimitrije Jankovic og hansara monnum.
Mótstøðuliðið inni í Vika var næstbesta liðið hjá B36, sum hevði tvey tap á rað í viðførinum út um brúnna, og sum ikki var serliga væl mannað í kvøld.
Einasta málið í fyrra hálvleiki skoraði Símin Hansen í 25. minutti. Uppleggið átti Teitur D. Olsen.
Eftir lítlari løtu í seinna hálvleiki skoraði AB tvey mál, og so var tað greitt, at øll stigini fóru í heimaleguna. Tíggju minuttir eftir steðgin var Símin Hansen aftur upp á spæl og so var 2-0. Hetta vóru fyrstu málini í ár hjá Símini Hansen í ár.
Átta minuttir seinni økti miðverjin og liðformaðurin Sørin N. Samuelsen um munin til 3-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár. Í síðstu atsóknini av øllum staðfesti innskifti Rógvi Skála 4-0 sigurin, sum er tann størsti hjá AB í ár. Upplegginum stóð innskifti Rói Klakkstein Vilhelm fyri.
AB hevur 15 stig fyri 9 dystir, og B36 hevur 11 stig fyri 10 dystir.
Leygardagin fær AB vitjan av B71, og B36 fær vitjan av KÍ.