Tað hevur ikki hilnast væl higartil í ár hjá AB í venjingardystunum undan nýggju landskappingini, sum tað verður farið undir 8. mars.
Í dag eydnaðist tað tó at vinna ársins fyrsta sigur. Hann varð vunnin í VFF kappingini, tá ið AB spældi ímóti B68 um níggjunda plássið.
AB vann 1-0. Einasta málið skoraði Bjarki Nielsen, tá ið ein tími var farin. Síðstu løtuna spentu toftamenn álopsbogan í botn í roynd at javna. Tá vóru stórir møguleikar frammanfyri bæði málini, uttan at tað eydnaðist at skora fleiri mál enn tað eina, sum Bjarki Nielsen skoraði, tá ið eitt korter vara farið av seinna hálvleiki.