AB vann í Klaksvík

Kvinnurnar hjá AB hava í dag vunnið við einum máli móti ongum á KÍ á Injector Arena. Einasta málið í dystinum stóð Mona Breckmann fyri, tá 20 minuttir restaðu av dystinum.

KÍ royndi at søkja at í fyrra hálvleiki, men eftir hvíldina høvdu gestirnir av Argjum tamarhald á støðuni.

Tískil verður væntað, at AB av álvara fara at bjóða KÍ, sum hava verið einaráðandi í føroyskum fótbólti seinastu nógvu árini, av í stríðnum um FM-heitið.