AB vann í Gundadali

Talan var um sanna sensatión í Gundadali í dag. Fótbóltslíkindini vóru kanska ikki av teimum bestu, men fyri steðgin tóktist B36 stevna beint móti væntaða favoritt-sigrinum.

AB var rárur gestur á B36-hálvuni, og tá vertirnir um miðjan fyrra hálvleik løgdu seg á odda eftir hornaspark og trunkaspæl, var hetta eisini í tráð við spælbýtið.

 

Eftir steðgin tóktist B36 hava tamarhald á støðuni, hóast lotið nú var ímóti. AB fekk tó ein hjálpandi hond - bókstaviliga - tá dómarin eftir 10 minuttum metti, at hond var á bóltinum í B36-brotsteiginum.

Tað brotssparkið sendi Hendrik Rubeksen trygt í netið, og tá Fróði Clementsen lítla stútaði frísparksinnlegg í kassan, vórðu lunnar lagdir undir sensatiónina.

B36 skapti sær alt fyri eitt tveir stórar møguleikar at javna, men tá hetta ikki gav úrslit, hæsaði trýstið. Tí hóast teir høvdu bóltin nógv seinasta hálva tímann, so skaptu teir ikki tað heilt stóra, og so kundi Súni Fríði Barbá við eini perlu punktera spenningin í dystinum.

 

At fagnaðurin var stórur á AB-viðhaldsfólkunum, var kanska ikki so løgið. Og minni mundi hann ikki blíva, tá vøllarvarparin kunngjørdi, at Argja-veitsla verður tann 17. mars. Altso í kvøld.

 

B36-AB 1-3 (1-0)

1-0: sjálvmál

1-1: Hendrik Rubeksen

1-2: Fróði Clementsen

1-3: Súni Fríði Barbá