AB vann botnuppgerðina

Eitt styrkt næstbesta lið hjá AB vann sín fyrsta sigur í 16 dystum í dag.

Upprunaliga hevði fótbóltssambandið sett 18. umfar at blíva spælt í gjár, leygardagin 30. juli, men av góðum orsøkum hava øll feløgini í deildini valt at fáa sínar dystir fluttar. Sum øll onnur vanlig fólk, so dáma flestum fótbóltsleikarum væl at smakka sær á á Ólavsøku.

 

Tríggir dystir blivu spældir mikukvøldið, og í dag varð fjórði dysturin spældur. Talan var um sanna botnuppgerð á Argjum, har AB á aftasta plássi við seks stigum tók ímóti B71, sum undan dystinum var næstaftast við sjey stigum.

 

Tað skuldu bara ganga 11 minuttir, áðrenn heimaliðið legði seg framum. Karstin Højgaard gjørdist leysur í brotsteiginum og skeyt upp á mál. Bólturin var ávegis í málið, men áðrenn hann fór í meskarnar tók Gunnar Lydersen hjá B71 bóltin við hondini, og so var brotsspark ein sjálvfylgja. B71-leikarin fekk gult kort fyri brotsgerðina. 

 

Brotssparkið setti Dan í Soylu, sum upprunaliga er ættaður av Sandi og hevur spælt við B71, trygt í netið.

 

Tað skuldi tó ikki ganga lang tíð, áðrenn B71 fór at spæla 10 ímóti 11. Eftir 18 minuttir gjørdi Bjørgfinnur Winther hjá B71 mótbrekkuna hjá sínum liðfeløgum enn tyngri, tá ið hann við einari fullkomiliga fyrilitsleysari takkling jarðlegði ein AB-leikara. Revsingin var sjálvsøgd: Reytt kort.

 

Eftir hetta hevði AB fyri tað mesta bóltin restina av fyrra hálvleiki, men tað gekk ikki væl hjá heimaliðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Heldur var tað B71, ið ofta hevði hegni at koma í góðar umstillingar, har útlendingarnir hjá sandoyingum, Patrick Toh og Ibrahima Camara, blivu sendir í kapprenningar við verjuleikararnar hjá AB. Tað bleiv til nakrar vandastøður, men onki mál spurdist burturúr.

 

Í seinna hálvleiki fekk AB meira tamarhald á dystin, og tað gekk ikki eins væl hjá B71 at hótta AB-málið. Eitt mál til heimaliðið lá leingi í luftini, og eftir 69 minuttir bleiv dysturin mest sum avgjørdur. Beinir Henriksen fann Rasmus Dan Sørensen, sum við góðum skoti frá brotsteigarmarkinum legði AB á odda 2-0. Eftir hetta vassaði AB í góðum møguleikum og støðum ímóti sandoyingunum, ið ikki høvdu nógv bensin eftir í tanganum eftir nógvu minuttirnar í undirtali. Men fleiri mál spurdust ikki burturúr, og dysturin endaði sostatt 2-0 til AB.

 

Talan var um eitt styrkt AB-lið í dagsins dysti. Bárður Olsen, Rasmus Dan Sørensen, Karstin Højgaard, Jónas Stenberg, Dan í Soylu og Sandri Færø, ið allir hava spælt nógv við besta liðnum í ár, vóru allir við á næstbesta liðnum í dag. Harafturat var Gunnar Haraldsen, sum hevur verið skaddur so at siga alt kappingarárið, at finna í miðverjuni hjá heimaliðnum.

 

Sigurin hjá AB merkir, at frástøðan til niðurflytingarstrikuna er tódnað niður í átta stig. AB hevur 9 stig á nígginda plássi, meðan Víkingur er nummar átta við 17 stigum. Júst hesi liðini hittast í Leirvík mikukvøldið, og skal AB gera sær nakra vón um at yvirliva í deildini, so er hetta ein dystur, sum argjamenn ikki hava ráð at tapa.

 

B71 hevur nú 10 stig upp til niðurflytingarstrikuna, og tað er ilt at síggja, hvussu liðið skal yvirliva í deildini. Einasti styrkurin, sum árstalsfelagið hevur fingið í summarsteðginum er lokali Aron Clementsen, ið spældi fyrru kappingarhálvu við júst AB.

 

Síðsti dysturin í 18. umfari í 1. deild verður spældur í morgin, tá ið næstbestu liðini hjá HB og KÍ hittast í Klaksvík. Støðan í deildini í løtuni sæst HER.