AB vann á Skála

1. DEILD: Nú bendir heilt nógv á, at tvey lið fara at flyta beinleiðis upp

Í kvøld var toppdystur í næstbestu deildini. Tað var á Skála, har AB var gestur. AB vann 1-0. Tað ber við sær, at Skála er topplið við 43 stigum, og at AB er næstfremst við 35 stigum. Tað er eitt stig aftur til Víking og tvey stig aftur til NSÍ. AB hevur spælt 20 dystir, og Víkingur og NSÍ hava spælt 21 dystir.

 

Harvið eru stór sannlíkindi fyri, at AB fer at enda á heiðursmerkjaplássi. Hóast Skála tapti í kvøld, so er Skála framvegis topplið við 43 stigum fyri 21 dystir.

 

Einasta málið undir Mýruhjalla á Skála í kvøld skoraði Mads Zar, tá ið tað vóru tíggju minuttir eftir. 19 ára gamli Mads Zar hevur av álvara gjørt hol í sjógvin, síðani hann í summar flutti til Argir. Hann hvur í fýra dystum skorað seks mál.

 

Skála legði bragdliga fyri. Tá ið fyrra hálvleikur var hálvrunnin, høvdu heimamenninir havt fýra heilt stórar málmøguleikar. Anders Ploughmann Nagel í AB málinum var ein brandur, og marginalirnir vóru ikki við, tá ið Andreas Egeberg Jacobsen, Poul Kallsberg og Kristian Martin Jakobsen royndu seg.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki vórðu heimamenninir undirmannaðir, tá ið Mikal á Reynatrøð sá gula kortið fyri aðruferð.

 

Í síðstu løtu hevði Skála heilt góðan málmøguleika, men tað eydnaðist ikki Martini Johansen at skora, og so fór AB suður aftur við øllum stigunum og styrktum vónum um, at tað longu í heyst fer at eydnast at endurvinna plássið í fremstu røð, sum argjamenn mistu fyri einum knøppum ári síðani.

 

Nú verður steðgur í landskappingini fram til annan leygardag. Men AB eigur útsettan dyst ímóti FC Suðuroy, og hann verður spældur á Vágseiði sunnudagin 5. september. Um tað tá fer at eydnast AB at vinna fulla úrtøku, so verður frástøðan fram til Skála og oddasessin fimm stig undan 22. umfari.