Tað hevur verið nógv skrivað og sagt um tilgongdina hjá AB til kappingarárið í ár. Felagið hevur gingið nýggjar leiðir og fingið samanlagt 15 útlendskar spælarar heim. Av teimum er tveir útleigaðir til ÍF, Fahad Mohammed og Franco Burset eru farnir av landinum aftur, meðan ukrainski Oleksandr Snizhko ikki hevur verið á vøllinum enn.
Sunnudagin var AB á vitjan í Sundalagnum og tapti 1-0 móti EB/Streymi. Sermerkt við uppstillingini var, at bara tríggir av útlendsku spælarunum vóru við frá byrjan. Amerikanski Michael Smith, finski Onni Tiihonen og danski Marius Kryger.
- Vit eru enn leitandi og eg havi ikki byrjað við teimum somu ellivu tvær ferðir upp í slag enn. Hetta er sum vit høvdu væntað og vit royna nú at finna útav, hvør kann geva liðnum nakað. Tú kemur ikki á liðið bara tí tú er útlendingur, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB.
Argjamenn er nú endaðir undir niðurflytingarstrikuni við fýra stigum fyri seks dystir. AB spælir leygardagin móti B36 á Argjum, og týskvøldið í Sarpugerði móti Víkingi í útsetta dystunum.