AB trý stig á Skála

1. DEILD: Argjamenn hava í dag vunnið 2-0 á Skála. Teir fluttu niður í fjør. Tá varð sagt, at AB beinanvegin ætlaði sær at stríðast fyri at vinna plássið aftur í bestu deildini, og nú tvey umfør eru leikt, siga tølini, at tað eru ikki bara orð á Argjum.

Í dag vann AB 2-0 á Skála. Støðan í hálvleikinum var 1-0.

Fyrra málið skoraði miðvallarveteranurin Milan Kuljic miðskeiðis í 1. hálvleiki, og seinna málið skoraði Alex Mellemgaard miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið hann sendi hornaspark beinleiðis í málið.

Martin Olsen, sum nýliga er fluttur til AB, varð skiftur inn á liðið fyri fyrstu ferð longu í 34. minutti.