AB tók seg nærri toppinum

1. DEILD: Tapið á heimavølli í kvøld ber við sær, at klaksvíkingar eru kroystir av hóttan at flyta niður

Tað er gott lag á Argjum, nú AB av álvara er farið at taka seg nærri toppinum og møguleikanum fyri uppflyting Mynd: AB

Argjamenn hava eftir summarsteðgin av álvara lagt hondina á knæið í roynd at vinna plássið í bestu deildini aftur, sum teir seint síðsta heyst mistu í dysti um plássið í bestu deildini ímóti B68.

 

Í kvøld vóru teir í Klaksvík, har  heimaliðið hevði brynjað seg við fleiri spælarum, sum ofta eru á listanum hjá besta liðnum. Kristian Joensen vardi málið, og úti á vøllinum vóru Dávid Langgaard, Boris Dosljak, Jasper Van Der Heyden, Ivar Sollie Rønning og Børge Petersen.

 

AB vann 3-1, og sigurin kendist søtur, tí hann ber við sær, at AB nú av álvara blandar seg í stríðið um heiðursmerkini og harvið uppflyting, og eisini tí sigurin var ikki sørt av uppreisn, eftir at AB í ólavsøkuumfarinum tapti 3-2 á heimavølli ímóti júst KÍ.

 

Tíggju minuttir undan steðginum legði KÍ seg á odda, tá ið AB gjørdi sjálvmál. Tað sá út til, at talan fór at verða um heimaleiðslu í steðginum, men í síðsta minutti fyri hálvleik javnaði AB til 1-1. Málskjútti var Bartal Skaalum Petersen. Hetta var áttanda málið hjá Bartali í landskappingini í ár.

 

Fyrsta lítla korterið eftir steðgin var rættiliga avgerandi. Átta minuttir eftir steðgin vann KÍ brotsspark, men Óli Eyðsteinsson Poulsen misnýtti brotssparkið.

 

Fýra minuttir seinni legði AB seg á odda. Málskjútti var Ardit Murati, og uppleggið átti ein annar av nýggju spælarunum Mads Zaar. Hetta var fyrsta málið, sum 21 ára gamli Ardit Murati hevur skorað, síðani hann í summar flutti til AB.

 

Tølini siga, at KÍ var meiri í álopsstøðu. KÍ hevði 11 hornaspørk og AB seks, og KÍ hevði 13 royndir á og framvið AB málinum, meðan AB hevði sjey royndir.

 

At enda var tað AB, sum økti um munin og vann 3-1. Málskjútti tíggju minuttir undan leikloki var Símin Hansen, sum við 10 málum er AB toppskjútti.

 

AB hevur 31 stig og er á fjórða plássi – eitt stig aftanfyri Víking og NSÍ.

 

KÍ hevur 19 stig og er niðast. FC Suðuroy, sum hevur spælt ein dyst færri enn KÍ, hevur eisini 19 stig. Tað eru tvey stig fram til HB og trý stig fram til EB/Streym.

 

Leygardagin fær AB vitjan av Víkingi, og KÍ fær vitjan av NSÍ.

 

Tað er gott lag á Argjum, nú AB av álvara er farið at taka seg nærri toppinum og møguleikanum fyri uppflyting Mynd: AB